Seinasti dysturin hjá U17 liðnum í Aberdeen var móti Cornhill BC. Úrslitið gjørdist heili 6-0 til okkum og var tað ikki eitt mál ov nógv. Støðan í hálvleikinum var 1-0. Málið skoraði Jóhan á Plógv við brotssparki í 18 min. Talan var um einvegis ferðslu allan fyrra hálvleik, og vit kundu lættliga verið frammanfyri við fleiri málum. Seinni hálvleikur líktist fyrra hálvleiki. Munurin var, at nú skoraðu vit upp á málmøguleikarnar. 6 min. inn í seinna hálvleik økti Rasmus Dan Sørensen til 2-0. Aftan á næsta málið skrædnaði tað fullkomiliga hjá Cornhill BC. Í 11 og 14 min. skoraði Ári Danielsen til 3-0 og 4-0. Í 16 min. gjørdi Andrias H. Eriksen tað til 5-0 og í 20 min. skoraði Ragnar Tausen til endaligu støðuna 6-0.
Dysturin fekk ein sera bráan enda. Aftan á okkara sætta mál (15 min. eftir av dystinum) fór venjarin hjá Cornhill BC til fjórða dómaran og spurdi, um dómarin kundi floyta dystin av. Grundgevingin fyri hesum var, at hansara leikarar ikki høvdu nakra orku eftir. Eftir prát millum venjarar og dómaran bleiv dysturin blástur av.
Eftir 13 dagar við nógvari venjing og heilar 8 dystir hava dreingirnir fingið nógv burturúr. Leygardagin verður farið í býin at keypa og um kvøldið verður samkoma, har steyp og heiðursmerkir verða handað. Ferðalagið verður aftur í Føroyum sunnudagin.
U17: Føroyar–Cornhill BC 6-0 (1-0) Liðið: Eli Leifson Nolsøe, Jóhan á Plógv, Eirikur Magnussarson (Bárður Guttesen), Allan Hansen, Rói av Fløtum, Ragnar Tausen, Brandur Suðuroy (Jákup S. Olsen), Magnus Egilson (Hørður Askham), Marcus Clementsen (Kári Hvannastein), Ári Danielsen og Rasmus Dan Sørensen (Andrias H. Eriksen).